Mentanargrunnurin hevur fingið nýggjan umsóknarportal.
Hevur tú trupulleikar við skipanini, set teg í samband við skrivstovuna. Vit taka eisini fegin ímóti fráboðan, um onkur tekstur/boð ikki eru at skilja.
Freistin at søkja Studning I. er 1. mars 2025
Vanligur stuðul er til ymiskar listaligar verkætlanir og mentanarligt virksemi sum heild. Harumframt ber til at søkja um stuðul til týðingar, og til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung.
Stuðul til týðingar
Úr týðaragrunninum fæst stuðul til at týða bæði úr føroyskum og til føroyskt. Hetta er eitt ískoyti til, at útlendskar bøkur kunnu verða lisnar á føroyskum máli og at føroyskar bókmentir verða breiddar út um føroyska marknaðin.
Stuðul til føroyskt tilfar til børn og ung
Stuðul verður veittur til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung, eitt nú framleiðslu av tónleikatilfari og øðrum mentanarligum tilfari, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi.
Vanligur stuðul verður veittur tríggjar ferðir árliga. Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið ”Studningur”.
Freistin at søkja stuðul til Film I. er 17. mars 2025
Við nýggju kunngerðini um stuðul til film er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur filmsgrunnin.
Mentanargrunnur Landsins lýsir alment eftir filmsumsóknum við einari umsóknarfreist uppá í minsta lagi 6 vikur. Harumframt eru fýra árligar umsóknarfreistir: 1. februar, 1. mai, 1. september og 1. november.
Av tí at kunngerðin kom í gildi 1. januar 2025, hevur tað ikki verið gjørligt at hildið tær 6 vikurnar, ið umsøkjari í minsta lagi skal hava, áðrenn freistin 1. februar er úti.
Freistin at søkja stuðul til fyrsta stuðulsumfar til film er tískil sett at verða 17. mars 2025.
Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga. Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið “Filmur“.
Komandi umsóknarfreistir
- til Studning I. er 1. mars 2025
- til Film I. er 17. mars 2025
- til Listafólkaløn 2025 er 1. apríl 2025
- til Film II. er 1. mai 2025
- til Studning II. er 15. mai 2025
- til Film III. er 1. sept. 2025
- til Studning III. er 15. okt. 2025
- til Film IV. er 1. nov. 2025
- til Starvsløn/Íverksetarastudning 2026 er 15. des. 2025